Magnus og Frans royna seg í Luxembourg

Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eru hetta vikuskiftið til Euro Meet í Luxembourg, sum partur av Great Danes liðnum hjá dønum. Sum skilst hava tey havt eitt eitt heldur rokaligt fyrsta døgn, har flúgvarin var skaddur og tey tí máttu bíða eftir einum nýggjum, fyri so at verða rakt av kavaroki og sjúku millum svimjararnar í Luxembourg.

16th Euro Meet Luxembourg 2014 from OPTin on Vimeo.


Men Viktor Bromer úr Aalborg svam so í kvøld, sum tann einasti tí at bara tað langa var á skránni, og í morgin er so ætlanin at restin skal royna seg.

Magnus er tilmeldaður í 50 firvald, 100 rygg og 50 frí í morgin leygardag, og í 50 rygg, 100 firvald og 100 frí sunnudag.

Frans er tilmeldaður í 200 frí og 50 frí í morgin, og í 100 frí í ovurmorgin.

Til ber at fylgja við úrslitunum her á euromeet.lu

Ger viðmerking