Føroyingar 23 ferðir í finalu, triðja dag á RIG 2015

Føroysku svimjararnir luttaka tilsamans 23 ferðir, tá ið síðstu finalur á Reykjavík International 2015 verða avgreiddar í dag, frá klokkan 16:00 íslendska og føroyska tíð. Ásbjørg Hjelm skal millum annað luttaka í 100 metra bringusvimjing, har hon í morgun setti nýtt føroyskt juniormet, og Sára R. Nysted í 100 metra frísvimjing har hon setti juniormet í morgun.

(Dan Hjelm eigur myndina)

Úrslitini fara at kunna síggjast her á thriko.is, so hvørt sum finalurnar verða avgreiddar, og í gjár var eisini møguligt at síggja finalurnar beinleiðis á netinum her á ruv.is.

Føroyska finaluluttøkan nú seinnapartin

  • 16:00 Kvinnur 50 rygg: Signhild Joensen (Ægir) #3 í A-finalu, Jana Thomsen (Reysti) #3 í B-finalu
  • 16:03 Menn 50 bringu: Eyðbjørn Joensen (SuSvim) #4 í A-finalu, Rókur Trygvason (Reysti) #1 í B-finalu
  • 16:06 Kvinnur 50 firvald: Jana Thomsen (Reysti) #8 í A-finalu
  • 16:09 Menn 50 frí: Eyðbjørn Joensen (SuSvim) #3 og Alvi Hjelm (Ægir) #4 í A-finalu
  • 16:12 Kvinnur 400 frí: Cecilia W. Eysturdal (Ægir) #5 í finaluni
  • 16:28 Menn 200 blandað: Alvi Hjelm (Ægir) #2, Óli Mortensen (HS) #5 og Róland Toftum (SuSvim) #8 í finaluni
  • 16:32 Kvinnur 200 rygg: Signhild Joensen (Ægir) #2 í finaluni
  • 16:35 Menn 100 rygg: Eingin føroysk luttøka
  • 16:40 Kvinnur 100 bringu: Ásbjørg Hjelm (Ægir) #1 og Sára R. Nysted (SuSvim) #2 í A-finalu, Sólrun Kjærbo (SuSvim) #1 og Hanna Lervig (Reysti) #4 í B-finalu
  • 16:55 Menn 200 bringu: Róland Toftum (SuSvim) #1 og Rókur Trygvason (Reysti) #3 í finaluni
  • 16:59 Kvinnur 200 firvald: Eingin føroysk luttøka
  • 17:03 Menn 100 firvald: Eyðbjørn Joensen (SuSvim) #6 í A-finaluni
  • 17:07 Kvinnur 100 frí: Sára R. Nysted (SuSvim) #1 og Jana Thomsen (Reysti) #8 í A-finaluni, Cecilia W. Eysturdal (Ægir) #2 í B-finaluni
  • 17:12 Menn 200 frí: Óli Mortensen (HS) #3 í finaluni

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.