Ball aftur triðja dag á RIG 2015

Tilsamans 2 føroysk met, 2 føroysk juniormet varð til hjá føroyingum, tá ið síðstu finalur vórðu avgreiddir á Reykjavík International Games 2015, umframt 2 gullheiðursmerki, 3 úr silvuri og 5 úr bronsu. Lisin yvir føroyskt met og alt tað á RIG er dagførdur, og tit eru sjálvsagt vælkomin at koma rættingum !



Í 50 rygg fyri kvinnur vann Signhild Joensen úr Ægir bronsu við tíðini 32.19, meðan Jana Thomsen úr Reysta við tíðini 33.91 varð nummar fýra í B-finaluni.

Í 50 bringu fyri menn vann Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við tíðini 31.84, meðan Rókur Trygvason úr Reysta við tíðini 34.97 varð nummar trý í B-finaluni.

Í 50 firvald fyri kvinnur varð Jana Thomsen úr Reysta nummar 8 í A-finaluni við tíðini 32.77.

Í 50 frí fyri menn vann Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við tíðini 25.33, og Alvi Hjelm úr Ægir nummar 6 við tíðini 25.57.

Í 400 frí fyri kvinnur setti Cecilia Wigant Eysturdal (Ægir) nýtt føroyskt met, tá ið hon í finaluni varð nummar fýra við tíðini 4:30.47.

Í 200 blandað fyri menn vann Alvi Hjelm úr Ægir bronsu við tíðini 2:13.14, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag varð nummar fýra við tíðini 2:14.26.

Í 200 rygg fyri kvinnur vann Signhild Joensen úr Ægir silvur við tíðini 2:27.40. Danski OL-luttakarin Mie Ø. Nielsen vann gull við tíðini 2:16.27, og íslendska Katarina Robertsdóttir bronsu við tíðini 2:31.23.

Í 100 rygg fyri menn var eingin føroysk luttøka.

Í 100 bringu fyri kvinnur vann Ásbjørg Hjelm úr Ægir gull við nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 1:15.77. Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann bronsu við 1:20.38, meðan Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag og Hanna Lervig úr Reysta vóru ávíkavist nummar 1 og 2 í B-finaluni.

Í 200 bringu fyri menn vann Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag gull við nýggjum føroyskum juniormeti á 2:29.49. Rókur Trygvason lá eisini væl fyri til heiðursmerki, men varð av eini og hvørjari orsøk kolldømdur.

Í 200 firvald fyri kvinnur var eingin føroysk luttøka.

Í 100 firvald fyri menn vann Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við tíðini 1:00.39.

í 100 frí fyri kvinnur vann Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við tíðini 1:00.23, fimm hundraðpartar frá hennar juniormetið á 1:00.17 frá innleiðandi riðlunum í morgun. Jana Thomsen úr Reysta varð við tíðini 1:03.08 nummar 8 í A-finaluni, meðan Cecilia W. Eysturdal við tíðini 1:01.84 var skjótast í B-finaluni.

Í 200 frí fyri menn vann Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag silvur við tíðini 1:57.45

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.