Føroysku svimjararnir koyra á í Reykjavík

Hóast flestu suðuroyingar ferðaðust frá klokkan 05:15 til hon var farin av 22 í gjár, fyri síðani at skula upp at eta morgunmat klokkan 06:15 í morgun, so domineraðu teir innleiðandi riðlarnar á RIG 2015 í morgun, saman við Óla Mortensen sum var komin afturat úr Havn í gjár, og teimum úr Klaksvík, Leirvík og Gøtu sum hava verið á venjingarlegu har vesturi síðani mánadagin.



Í innleiðandi 400 frí settu føroysku svimjararnir støðið við at verða skjótastir og næstskjótastir í báðum bólkum, Hugin Næs Lave og Rói Bech úr Suðuroyar Svimjifelag við at svimja 4.59.21 og 5.02.20 í bólkinum 14 ár og yngri, har íslendski Jón Tumi Dagsson var nr 3 við 5:06.98, og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir við at svimja 4:11.42 og 4:18.78 í bólkinum 15 ár og eldri, har íslendski Ólafur Sigurdsson var nr 3 við 4:19.84. Heiðursmerkini í bólki 14 og yngri verða avgreidd í innleiðandi riðlunum, so har var gull og silvur til Suðuroy og Føroyar.

Í innleiðandi 200 blandað var Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag skjótast í bólkinum 14 ár og yngri, við tíðini 2:28.56, har íslendska Berglind Bjarnadóttir varð næstskjótast við 2:46.40. Sára er víðari til A finalu seinnapartin, saman við Victoriu Wigant Eysturdal úr Ægir sum í bólkinum 15 ár og eldri varð nummar 7 við tíðini 2:40.81. Gull til Sáru.

Í 200 rygg hjá monnum áttu vit ongan svimjara, meðan Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag aftur í innleiðandi 100 rygg var skjótast í bólkinum 14 ár og yngri, við tíðini 1:12.22 frammanfyri íslendsku Emblu Sól Garðarsdóttir á 1:19.66. Aftur A finala hjá Sáru, aftur einasta úr yngra bólkinum, meðan Signhild Joensen úr Ægir var triðskjótast í bólkinum 15 ár og eldri, við tíðini 1:08.31 aftanfyri OL-luttakararnar báðar Mie Ø. Nielsen á 1:05.24 og Eygló Ósk Gustafsdóttir á 1:06.54. 2 gull til Sáru.

Í innleiðandi 100 bringu hjá monnum vóru Hugin Næs Lave og Rani Jacobsen úr Suðuroyar Svimjifelag ávikavíst skjótast og triðskjótast í bólkinum 14 ár og yngri, við tíðunum 1:22.98 og 1:32.65, meðan Róland Toftum eisini úr Suðuroyar Suðuroyar við tíðini 1:11.23 var triðskjótast í bólkinum 15 ár og eldri. Gull og bronsa til Hugin og Rana.

Í innleiðandi 200 bringu vóru Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Ásbjørg Hjelm úr Ægir skjótast í hvør sínum bólki, Sára við tíðini 2:50.59 og Ásbjørg við 2:47.64, frammanfyri ávikavíst Ásdis Evu Ómarsdóttir á 3:06.68 og S. Vilhjálmsdóttir á 2:56.61. Tær eru báðar í A finalu, seinnapartin, og 3 gull til Sáru.

Í innleiðandi 200 firvald var Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag triðskjótastur við tíðini 2:15.27, aftanfyri íslendska Sindri Thor Jakobsson sum svimur fyri Norra, og íslendska Daniel Hannes Pálsson. Serliga Sindri verður tungur at syfta i finaluni, sum ánari av norska metinum á teininum.

Í innleiðandi 100 frí var Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag næstskjótastur við tíðini 54.64, aftanfyri íslendska Birkir Snar Helgason á 54.25. Alvi Hjelm úr Ægir var fjórskjótastur við 55.22 og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag sjeyndskjótastur við 55.98, sum merkir at allir tríggir eru í A finalu seinnapartin. Rói Bech úr Suðuroyar Svimjifelag var skjótastur í bólkinum 14 ár og yngri, við tíðini 1:03.22. Gull til Róa.

Og í innleiðandi 200 frí var Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag fyri fjórðu ferð skjótast av øllum í bólki 14 ár og yngri, við tíðini 2:14.25 frammanfyri íslendsku Ragnu Sigridur Ragnarsdóttir á 2:22.66, meðan systrarnar Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir við tíðunum 2:12.95 og 2:14.34 vóru ávikavíst næst- og fjórskjótast í bólkinum 15 ár og eldri, aftanfyri donsku Mie Ø. Nielsen á 2:09.38 og við eisini donsku Line Jørgensen Bruun ímillum sín á 2:13.30. Tær báðar og Sára eru víðari til A finalu seinnapartin, og Sára hevur sostatt vunnið 4 gull í Íslandi, síðani hon lendi har seint í gjárkvøldið.

Jón Bjarnason eigur myndirnar.

Ger viðmerking