Frálík úrslit, fyrsta kvøld á RIG 2015

Fyrstu riðlar vórðu í dag svomnir á Reykjavík International Games 2015, og kláraðu føroyingarnir seg framúr. Kappast varð í innleiðandi riðlum á øllum fýra 50 metra teinum, umframt í beinleiðis finalu í 400 blandað, 800 frí fyri kvinnur og 1500 frí fyri menn.

Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg til finalu við triðbestu tíð av høllum, tá ið hon svam teinin uppá 31.98. Frammanfyri henni vóru bara danska Mie Ø. Nielsen á 29.32 og íslendska Eygló Ósk Gustafsdóttir á 29.58, sum báðar eru svimjarar á OL-stigi.

Í 50 bringu var Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 38.29 skjótastur í bólkinum 14 ár og yngri, meðan Eyðbjørn Joensen eisini úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 32.32 var nummar 5 í innleiðandi hjá teimum sum eru 15 og eldri. Eyðbjørn er so víðari til finalu í morgin.

Í 50 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir seg sum nevnt til A finalu við 34.77 og bestu tíð av øllum, sum eisini var føroyskt met og juniormet. Hartil svam Hanna Lervig úr Reysta seg við tíðini 40.72 í B-finalu í somu grein.

Í 50 frí svumu Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir seg í finaluna í morgin, tá ið teir svumu ávikavíst 3. og 4. skjótast av øllum, við tíðunum 25.36 og 25.60.

Í somu grein svam Signhild Joensen úr Ægir seg til A finalu við 7. bestu tíð av øllum, 28.76. Jana Thomsen úr Reysta svam seg til B finalu við 29.08 og 11. bestu tíð, systrarnar Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir seg somuleiðis í B finalu við 29.19 og 29.48, og Ásbjørg Hjelm eisini í B finalu við 29.81.

Alvi Hjelm úr Ægir vann við tíðini 4:40.21 silvur í 400 blandað, meðan Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 5:35.45 var næstskjótastur í bólkinum 14 ár og yngri. Her kappaðust tey tó øll í sama bólki, so Hugin vann eftir øllum at døma ikki heiðursmerki.

Longstu greinarnar luttók eingin føroyingur í, sum var eitt sindur ørvísi enn onnur ár. Ein orsøk er nokk, at ein rúgva ikki er framkomin enn, vegna stórkava og harav fylgjandi seinkingar á ferðini. Men saman um tikið kláraðu restin seg øgiliga væl, hendan fyrsta dagin í Reykjavík.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.