Innbjóðing til FLOT stevnu 17. januar 2015

Viðfest er innbjóðing til FLOT-stevnu leygardagin hin 17. januar 2015, í Tofta skúla fyri bólk 2 og 3 gentur og bólk 3 og 4 dreingir.



Bólk 3 gentur og bólk 4 dreingir eru børn fødd í 2005 og yngri, nú vit eru byrjað uppá eitt nýtt kalendaraár, meðan bólk 2 gentur og bólk 3 dreingir eru børn fødd í 2003 og 2004.

Tey yngru hita upp kl 12 og kappast síðani frá kl 13, meðan tey eldru hita upp kl 14:45 og kappast frá kl 15:45.

Ger viðmerking