Føroyska svimjiárið 2014

Update! OK, hetta kláraði annaðhvørt heimasíðan illa, ella so var greinin ov tung til iPad og líknandi. Tí býti eg greinina upp í bitar, mánaða fyri mánaða …

Hervið ein roynd at lista upp alt tað sum hendi í føroyskari svimjing í 2014, tá ið tað kemur til tiltøk í Føroyum og altjóða kapping. Avmarkingin er sett við svimjarar sum hoyra til SSF, og til ‘Køge Open og uppeftir’ tá ið tað kemur til danskar stevnur.



Skrivið endiliga til mín á rokur[kurla]ssf.fo, um tit halda at okkurt er skeivt ella væntar í yvirlitinum. Eg vænti at brúka eina góða løtu afturat uppá at fáa alt upp á pláss, og seta myndir inn.

  1. Januar
  2. Februar
  3. Mars
  4. Apríl
  5. Mai
  6. Juni
  7. Juli
  8. August
  9. September
  10. Oktober
  11. November
  12. Desember

Samandráttur

Tiltøk í Føroyum

Føroyska svimjingin hevði tilsamans minst 43 dagar við tiltøkum í Føroyum, so sum svimjistevnur, havsvimjing, skeið og fundir millum feløg og svimjisambandið.

Tá eru Nólsoyarsvimjingin tald við, sum ikki er tiltak undir SSF. Hinvegin eru fundir sum til dømis starvsnevndarfundir ikki taldir við.

Lívbjarging

Tilsamans 93 føroyingar tóku lívbjargingarprógv hjá Svimjisambandi Føroya í 2014.

Hetta talið umfatar bæði lívbjargarar í føroysku svimjifeløgunum, almennum svimjihallum og føroyskum skúlum, í tann mun sum vit hava verið umbiðin.

Hartil tóku 9 føroyingar prógv sum lívbjargingardómarar, og 1 prógv sum instruktør-instruktør. Tað er dómari hjá lívbjargingardómarum.

Ferðadagar

Føroyskir svimjarar, svimjivenjarar og -leiðarar høvdu tilsamans minst 833 ferðadagar uttanfyri Føroyar í 2014.

Tá eru tiltøk tald við har feløg og svimjarar fíggjaðu ferðina. Um vit telja tær ferðirnar frá, so fíggjaði SSF einar 474 ferðadagar í 2014.

Altjóða heiðursmerki

Føroyskir svimjarar vunnu tilsamans minst 37 gull, 27 silvur og 24 bronsu í altjóða kapping í 2014.

Tá eru heiðursmerkini hjá HS masters á Garpamóti Íslands tald við, sum vóru 15 gull, 7 silvur og 13 bronsu.

Um vit taka tey frá, so vunnu restin 22 gull, 20 silvur og 11 bronsu í altjóða kapping.

Afturat hesum varð Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag skýrdur næstbesti svimjari á Reykjavík International 2014, og Cecilia W. Eysturdal úr Ægir fjórbestur.

Pál Joensen vann Danske Mesterskaber for Hold sum liðfelagi hjá Aalborg Svømmeklub, og varð skýrdur besti svimjari á North Sea Swim Meet 2014 í Stavanger.

Met

Føroyskir svimjarar settu tilsamans 26 føroysk juniormet, 17 føroysk met og 1 norðurlendskt met i 2014.

Saman um tikið eitt óført ár hjá føroysku svimjingini, eisini hóast vit seinastu tvey árini hava verið noydd at skerja okkum nógv vegna fíggjarliga trongstøðu.

Ger viðmerking