Juniorgentur 4:24.68 og juniormet í 4×100 blandað á NJM 2014

Juniorgenturnar hjá Føroyum settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaði liðsvimjing, tá ið tær í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2014 svumu teinin uppá 4:24.68.

(Tær fýra sum svumu. Jón Bjarnason eigur myndina)

Tær fýra sum svumu nú vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT.

Tær fýra sum áttu metið vóru Birita Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia W. Eysturdal, frá tá ið tær á NJM 2010 svumu teinin uppá 4:27.59.

Genturnar vóru heldur ikki so langt frá føroyska metinum nú, sum er 4:22.92 frá tá ið Birita Debes, Malan Vitalis Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar í 2009 vunnu gull á Oyggjaleikum á Álandi.

Tær fýra megnaðu við hesum at eisini halda bæði Ísland og Estland aftanfyri seg, so at tær endaðu sum nummar fimm í finaluni, aftanfyri Finnland, Danmark, Svøríki og Norra.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.