Fleiri finalupláss til føroyingar á NJM/NM 2014

Í morgun avgreiddu tey næsta umfar av innleiðandi riðlum á NJM/NM 2014, og tað gekk bara ókey hjá føroyingunum. Flestu svimjarar hava nú sett bestu tíð í minst einari grein, og Alvi Hjelm er nú heiðursmerkjakandidatur í eisini 400 blandað, har finalan verður svomin seinnapartin.



Føroyingar í finalu seinnapartin

Lív E. Eidesgaard var eisini á markinum til finalu í 100 frí, har hon og ein svensk so máttu svimja ‘swim-off’ til at avgera síðsta pláss í finaluni. Tann holmgongan endaði við at tann svenska svam 58.85 og Lív 59.56.

Høgni Simonsen svam seg eisini í finalu í 100 frí, men hevur eftir øllum at døma valt at ikki luttaka í henni nú seinnapartin.

Persónlig met á NJM/NM 2014

í gjár (innleiðandi)

  • Róland Toftum (SuSvim) 1:08.65 í 100 bringu (var 1:09.61)
  • Barbara Debes (FLOT) 31.66 í 50 firvald (var 32.42)

í gjár (finalu)

  • Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 25.26 í 50 firvald (var 25.32)

í dag

  • Barbara Debes (FLOT) 1:00.36 í 100 frí (var 1:01.26)
  • Signhild Joensen (Ægir) 1:00.40 í 100 frí (var 1:00.42)
  • Róland Toftum (SuSvim) 53.85 í 100 frí (var 53.95)
  • Marius Ihlen Gardshodn (HS) 54.58 í 100 frí (var 54.79)
  • Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 58.50 í 100 firvald (var 58.56)
  • Emma Festirstein Nyström (HS) 5:07.07 í 400 blandað (var 5:08.15)
  • Signhild Joensen (Ægir) 30.56 í 50 rygg (var 31.00)
  • Jana Thomsen (Reysti) 32.00 í 50 rygg (var 32.69)
  • Maria Antoft (HS) 32.27 í 50 rygg (var 32.34)

Heiðursmerki á NJM/NM 2014

  • Alvi Hjelm 15:40.69 í 1500 frí (silvur)

Ger viðmerking