Fyrsti stevnupartur avgreiddur á NJM/NM 2014

So eru fyrstu riðlar avgreiddir í Upplands Väsby, og flestu føroyingar hava roynt seg. Tíðirnar hava verið eitt sindur varnar; men tað varð tó til ikki so fá pláss í finalunum, sum verða nú seinnapartin.



Føroyingar í finalu, seinnapartin:

Hartil skulu junior-genturnar royna seg í 4×100 frí

Bestu vónir eru til Alva Hjelm úr Ægir, sum hevur 3. bestu tilmeldingartíð í 1500 frí.

Róland Toftum (SuSvim) setti persónligt met í 100 bringu (1:08.65) og Barbara Debes (FLOT) í 50 firvald (31.66), meðan Maria Antoft (HS), Signhild Joensen (Ægir), Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) og Eyðbjørn Joensen (HS) vóru nær við í sínum greinum (Maria 01:08.67 í 100 rygg, Signhild 1:05.51 í 100 rygg, Victoria 2:08.32 í 200 frí, Eyðbjørn 25.53 í 50 firvald).

Finalurnar byrja kl 17:00 Upplands Väsby tíð, sum er kl 16:00 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar beinleiðis her á livetiming.se

Øll úrslit frá í morgun síggjast her á livetiming.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.