Alvi 15:40.69 og silvur í 1500 frí á NM 2014

Alvi Hjelm svam seg í kvøld til silvursheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2014, tá ið hann í høllini í Upplands Väsby svam teinin uppá 15:40.69. Norski Ole Martin Bjørlykke vann kappingina við tíðini 15:11.11, meðan svenski Christopher Jedel vann bronsu við tíðini 15:42.99.



Úrslit hjá føroysku finalistunum í kvøld

Hartil luttóku tær fýra Lív E. Eidesgaard, Signhild Joensen, Barbara Debes og Jana Thomsen í 4×100 frí, har tær tó av einhvørjari orsøk vórðu kolldømdar.

Øll úrslit frá finalunum í kvøld kunnu síggjast her á livetiming.se

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.