Pál 14:26.54 og nr 4 á HM á stuttgeil 2014

Pál Joensen setti í kvøld nýtt føroyskt met og norðurlendskt met, tá ið hann á HeimsMeistarastevnuni á stuttgeil svam seg til eitt 4. pláss í finaluni í 1500 metra frísvimjing, við tíðini 14:26.54. Pál átti sjálvur føroyska metið á 14:32.15 frá World Cup í Berlin í 2009, meðan Mads Glæsner átti norðurlendska á 14:26.76 frá EM í Istanbul í 2009.

Pál og Shannon eftirmeta 1500 frí finaluna á HM á stuttgeil 2014, har Pál við tíðini 14:26.54 varð nr 4 og sett føroyskt og norðurlendskt met

Her er ein samrøða við Pál aftaná finaluna. Hon er tikin upp í hasum økinum sum sæst á myndini omanfyri, har svimjarar fáa massagu og skifta og sovorðið, og eg helt tí ikki at tað var hóskandi at taka uppá video.

One thought on “Pál 14:26.54 og nr 4 á HM á stuttgeil 2014”

Ger viðmerking