Frans og Pál silvur og bronsu í 200 frí í morgun

Teir báðir Frans Johannesen og Pál Joensen vunnu í morgun ávikavíst silvur og bronsu á North Sea Swim Meet 2014, tá ið teir svumu teinin uppá 1:48.20 og 1:48.79, aftanfyri danska Magnus Westermann á 1:48.01.



Pál hevði veikasta startin, og lá tí aftanfyri hinar fyrstu 50, fyri síðani at hála seg fram um teir aftastu næstu 50, og so byrja at hótta oddin frá umleið 100 og serliga 150. Men í sjálvum spurtinum áttu Frans og Magnus besta ‘kick’, soleiðis at Frans sá út til at taka sigurin, inntil Magnus tók hann í sjálvum innslagnum.

Teir tríggir eru vælsagtans allir kvalifiseraðir til ‘superfinaluna’ í kvøld, har teir so kunnu royna seg aftur.

Annars segði viðmerkjarin har í høllini, at Pál eigur besta avrik av monnum har á stevnuni, við sínari gulltíð frá 800 frí, fyrradagin, sum var 8. skjótasta tíð í heiminum í ár. Tað er ikki so galið, tí har er sambært heimasíðuni ein flott gáva til ta kvinnu og tann mann sum hava bestu avrik:

The highest score (ref. FINA-2013 point-table) in an individual event, direct or super finals will be rewarded an EDOX Watch, men and women, value NOK 15.000 each.

The same two swimmers will also be rewarded NOK 10.000. The second best score is used in case of a tie. Swimmers under the age of 15 are not eligible.

(Image courtesy of Bjørn Wigdel / North Sea Swim Meet)

Ger viðmerking