Frans bronsu í 200 frí superfinaluni

Frans Johannesen vann sær í kvøld eitt heiðursmerki afturat á North Sea Swim Meet 2014, tá ið hann í ‘superfinaluni’ í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:47.77, aftanfyri sveisiska Alexandre Haldemann á 1:46.80 og danska Sebastian Ovesen á 1:47.53. Pál Joensen varð nummar fýra við 1:47.77.



Tað var hesin Haldemann sum harðast út, og so ógvusliga eisini at hann var eina góða kroppslongd frammanfyri hinar aftaná 50 metrar. Teir hálaðu so inn á hann ímóti endanum, og Pál var eisini við at vera gott við; men Haldemann helt tó so út og vann ein nokkso greiðan sigur.

Ger viðmerking