Pál og Frans til North Sea Swim Meet 2014

Teir báðir Pál Joensen og Frans Johannesen fara í vikuskiftinum at royna seg á The North Sea Swim Meet, í Stavanger í Noregi frá 7. til 9. november 2014.

Startlistarnir síggjast her á livetiming.no, har vit millum annað síggja at Pál er greiður favorittur til at vinna 800 metra frísvimjing, fyri so at fáa meira kapping frá Frans 400 frí, og liggja nr 2 aftanfyri danska Magnus Westermann í 200 frí.

Pál svimur altso 200, 400 og 800 frí, meðan Frans umframt 200 og 400 frí luttekur í 100 frí og 100 bringu. Teir ferðast við sonevnda ‘Vikings‘ liðnum hjá dønum, sum er tað sum fyrr kallaðist fyri senior-bruttohópurin.

Til ber at fylgja við úrslitunum frá Nordsjøstevnet 2014 her á livetiming.no, og har verður eftir ætlan eisini beinleiðis sjónvarping her á livestream.com

Pál er ikki óvæntað ein av stóru profilunum á stevnuni, sum tey reypa um í myndasavninum, her upp undir stevnuna.

Images courtesy of The North Sea Swim Meet

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.