Føroyingar í finalur aftur í dag á VKM og ØKM 2014

Innleiðandi riðlarnir eru avgreiddir á Vest- og Østdanske KortbaneMesterskaber, og føroyingar gjørdu aftur vart við seg.

Í Hjørring svam Frans Johannesen seg í tvær finalur, fyrst við 51.91 og næstbestu tíð í 100 frí, og síðani við 2:09.70 og næstbestu tíð í 200 blandað. Um hann roynir eftir at sleppa til HM á stuttgeil, so skal hann í hesum greinum klára donsku kravtíðirnar á 47.58 í 100 frí og 1:56.11 í 200 blandað.

Alvi Hjelm royndi seg í innleiðandi 200 metra ryggsvimjing, men varð kolldømdur fyri at hava verið ‘neddykket i mål’. Hann hevur tó finaluna í 1500 metra frísvimjing at síggja fram til, nú seinnapartin, har hann hevur bestu tilmeldingartíð. Alvi kann sum veruligur føroyskur svimjari royna eftir føroysku kravtíðunum til HM og NM í desember, sum eru ávíkavist 15:56.21 og 15:56.65 í 1500 metra frísvimjing.

Í Kastrup svam Magnus Jákupsson 2:05.24 og skjótast av øllum í innleiðandi 200 metra ryggsvimjing, men meldaði frá finaluna. Hann sparir seg vælsagtans til finaluna í 100 metra firvaldasvimjing, har hann í morgun svam 54.51 og skjótast av øllum, og so seinnapartin skal klára 51.18 um hann vil við dønum til HM í Doha.

Emma Festirstein Nystrøm svam seg við tíðini 1:00.95 til eitt 33. pláss av 65 luttakandi í 100 frí, og við 2:25.87 til eitt 13. pláss av 59 luttakandi í 200 blandað. Her eru føroysku metini ávíkavist 57.41 hjá Elspu Mørkøre í 100 frí og 2:20.21 hjá Poulu Ø. Mohr í 200 blandað, og føroysku kravtíðirnar ávíkavist 57.38 og 2:18.79 til HM í Doha, og 59.24 og 2:25.07 til NM í Svøríki.

Donsku kravtíðirnar til HM í Doha síggjast her á svoem.org
Føroysku kravtíðirnar til HM og NM síggjast her á ssf.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.