Frans gull á VMK 2014, Magnus gull á ØMK 2014

Teir báðir Frans Johannesen og Magnus Jákupsson vunnu nú seinnapartin hvør sína danska økismeistarakapping, Frans við at svimja 1:48.19 í 200 metra frísvimjing á Vestdanske KortbaneMesterskab, og Magnus við at svimja 53.41 í 100 metra ryggsvimjing á Østdanske KortbaneMesterskab.

Í báðum førum var tað tó ikki nokk til at koma við til HM á stuttgeil í Doha í desember, har kravið frá dønum til Frans í 200 frí var 1:44.40, og kravið til Magnus 51.65 í 100 rygg.

Alvi Hjelm úr Ægir var líka við at vinna bronsu í kappingini har Frans vann gull, tá ið hann í 200 frí á VKM 2014 svam teinin uppá 1:55.77 og fjórðapláss, aftanfyri Anton Bromer á 1:55.48. Alvi skal nú um eina løtu royna seg í 800 metra frísvimjing eisini, har hann hevur bestu tilmeldingartíð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.