Pál 3:51.06 og gull í 400 frí á ØKM 2014

Danir avgreiða nú sínar økismeistarastevnur, har føroyingar eisini luttaka. Pál Joensen vann fyrstu finalukapping hjá monnum á Østdanske KortbaneMesterskaber í Kastrup, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:51.06, frammanfyri Sebastian Ovesen á 3:54.30 og Niklas Broch Thielemann á 3:59.06. Sí úrslitalistan her.

Emma Festirstein Nystrøm bleiv nummar 18 í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam tann teinin uppá 4:57.64. Her eigur Poula Øssursdóttir Mohr føroyska metið, á 4:57.64 frá Ægir-stevnu í februar 2013.

Magnus Jákupsson svam bestu tíð í bæði innleiðandi 50 firvald og 50 rygg, men hevur har valt at melda frá finaluni í 50 metra firvaldasvimjing í morgin. Tíðirnar hjá Magnusi vóru 24.63 í 50 firvald og 25.46 í 50 rygg.

Fyri Magnus er hendan stevna rættiliga avgerðandi, við tað at hon er síðsti kjansur hjá donskum svimjarum at kvalifisera seg til HM á stuttgeil 2014, sum verður í Doha nú í desember. Men akkurát hesar báðar kappingar kann Magnus ikki brúka, av tí at tær eru ikki-olympiskar svimjigreinir, sum danska svimjisambandið velur at síggja burtur frá, eisini hóast tær verða svomnar á HM í Doha.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.