Frans og Alvi 1-2 í 400 frí á VKM 2014

Teir báðir Frans Johannesen og Alvi Hjelm vunnu ávíkavist gull og silvur, tá ið fyrsta finalukapping fyrr menn varð avgreidd á Vestdanske KortbaneMesterskaber í Hjørring. Hetta í 400 metra frísvimjing, har Frans vann við tíðini 3:52.15, og Alvi varð nummar tvey við 4:01.28, frammanfyri Laust Moesgaard á triðja plássi við 4:03.63. Sí úrslitalistan her.



Frans og Alvi luttóku eisini báðir í liðsvimjing fyri Esbjerg, og vunnu teir har silvur aftanfyri Aalborg og frammanfyri AGF. Splitt-tíðirnar vóru Frans 1:48.51 og Alvi 1:53.87, báðir við flúgvandi starti, sí úrslitalistan her.

Allarfyrst í stevnupartinum svam Frans seg víðari til finalu í morgin, tá ið hann í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 23.54, aftanfyri Frederik J. Sørensen úr Odense á 23.37 og frammanfyri Anton Bromer úr Århus á 23.55. Sí úrslistalistan frá innleiðandi her.

Fyri Frans er hendan stevnan rættiliga avgerðandi, við tað at hon er síðsti kjansur hjá donskum svimjarum at kvalifisera seg til HM á stuttgeil, sum verður í Doha nú í desember. Kravtíðin var 3:43.09 í 400 metra frísvimjing, so hann var nakað væl frá har.

Ger viðmerking