HS juniorar 8:10.37 og nýtt juniormet í 4×200 frí

HS juniorar settu herfyri stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á á Ægir-stevnuni hin 4. oktober 2014 svumu teinin uppá 8:10.37, har metið hjá Ægir frá 2010 var 8:23.62. Teir fýra sum svumu nú vóru Óli Mortensen (1996), Marius Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998) og Birni Sigvardsen (1999), allir úr Havnar Svimjifelag.

(Tilvildarlig mynd frá Ægir-stevnuni í oktober 2014)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.