Craig Lord úr FINA í protest um at Putin verður heiðraður

Ein áhugaverd grein her á SwimVortex, har tann innan svimjing rættiliga kendi journalisturin Craig Lord greiðir frá, hví hann nú hevur meldað seg úr pressunevndini hjá FINA.

Greinin er lang og til tíðir torskild, men orsøkin er týðiligvís avgerðin hjá FINA herfyri at heiðra russiska forsetanum Vladimir Putin við sokallaða “FINA Order”.

Craig Lord hevði eisini eina áhugaverda grein á SwimVortex í gjár, har hann endurgevur týska politikaran Frank Steffel fyri í Ríkisdegnum at hava kallað avgerðina hjá FINA “a tasteless provocation”.

Avgerðin hjá FINA verður sum heild illa móttikin, vegna støðuna í Ukraine, í Russlandi og so kanska serliga fyri svimjing, at so nógvir russiskir svimjarar hava dopingkarantenu beint nú.

Ger viðmerking