Svimjing byggir ikki vøddar ?

Ein áhugaverdur pástandur í morgunsendingini “Góðan Morgun Føroyar” hjá Kringvarpi Føroya í dag, har ein fitness-serfrøðingur sigur “Bara at renna ella bara at svimja ella bara at súkkla, tað tekur ikki allan kroppin. Altso svimjing tekur sjálvandi allan kroppin, men tað byggir ikki vøddar. Tað er ikki uttan at tú royndi at svimja niðan gjøgnum eina á, ikki sannheit. Men tað heldur tær, altso, lunguni hjá tær eru góð, men tað veksur ikki um vøddarnar. Tað vil siga vøddamassin, sum árini ganga, minkar og minkar og minkar.”

Lurta frá umleið 1:55

(Frederick Bousquet man hava svomið Seine ánna á tamb. Niðaneftir!)

One thought on “Svimjing byggir ikki vøddar ?”

  1. Tá ið onkur á sportscience skrivar (og tað sleppur ikki ein og hvør) at fólk byggja vøddar við at svimja, tá gloymdi viðkomandi at spyrja Jákup fyrst.
    Shit happens 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.