Frans Johannesen til HM í lívbjarging

Føroyski Frans Johannesen fer í dag til Montpellier í Fraklandi, at kappast fyri Danmark á HM í lívbjarging. Lesið samrøðu við Frans her á svoem.dk.



Vit føroyingar kenna ikki serliga nógv til lívbjarging sum ítróttargrein, ella ‘konkurrencelivredning’ sum danir kalla tað. Men í stuttum er tað ein ítróttargrein sum í stóran mun er kappsvimjing, har íðkararnir eisini skulu vísa sínar dygdir sum lívbjargari. Ítróttargreinin er sum heild ikki serliga kend, uttan í Avstralia har hetta umframt vanlig kappsvimjing er risastórt.

Frans skal nú á HM luttaka innandura í 100 metra bjarging við fitjum, í 200 metra forðasvimjing, og í onkrum sum tey kalla 200 metra ‘superlifesaver’. International Life Saving Federation skrivar um hesar greinar:

  • 100m Manikin Carry with Fins – The competitor swims 50 m freestyle wearing fins and then dives to recover a submerged manikin to the surface within 10 m of the turning edge. The competitor carries the manikin to the finish edge of the pool.
  • 200m Obstacle Swim – The competitor swims 200 m in freestyle during which he/she swims under eight (8) immersed obstacles.
  • 200m Super Lifesaver – The competitor swims 75 m freestyle and then dives to recover a submerged manikin. The competitor surfaces the manikin within 5 m of the pick-up line and carries it to the turning edge. After touching the wall the competitor releases the manikin. In the water, the competitor dons fins and rescue tube within 5 m of the turning edge and swims 50 m freestyle. After touching the wall the competitor fixes the rescue tube around a floating manikin within 5 m of the turning edge and tows it to touch the finish edge of the pool.

Hartil skal hann luttaka uttandura í ‘surf race’, umframt ‘oceanman’ liðsvimjing.

  • Surf Race – With a running start into the surf from the start line on the beach, competitors swim around the 400 m (approximate) course designated by buoys, returning to shore to finish between the finish flags on the beach.
  • Oceanman Relay – Teams of 4 competitors (1 swimmer, 1 board paddler, 1 surf ski paddler, and 1 runner) cover the course in a sequence of legs determined by draw at the start of each world championship programme. The run leg is always the final leg. If the ski leg is first, competitors shall start with a typical in-water start.

Frans byrjaði fyrst nú í august at venja kapplívbjarging, og hevur tí sambært svoem.dk ikki serliga stórar vónir til kappingina.

“Mine forventninger til mesterskabet er ikke super høje. Jeg er stadig ny i sporten, og er mest med for at få en masse erfaring, så jeg på sigt kan blive en dygtig konkurrencelivredder”

Men hann heldur at hansara bakgrund sum kappsvimjari á úrvalsstøði man vera ein fyrimunur. Og kappsvimjingin er væl at merkja ikki løgd á hyllina … í síðstu viku kunngjørdi danska svimjisambandið, at Frans er millum tey sum eru vald til ein serligan bruttohóp av úrvalssvimjarum, sum fáa bjóða kappingar og venjingarlegur fram ímóti HM í Doha og Kazan.

Frans vann herfyri silvur í ‘run-swim-run’ og ‘surf race’, umframt bronsu í ‘beach flags’, á donsku meistarastevnuni í kapp-lívbjarging. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.