Merkisverd úrslit og met hjá Páli Joensen

Pál Joensen hevur sum kunnugt vunnið mangt eitt heiðursmerki eftirhondini, og eg setti meg tí at samanfata tey á éin lista, at lesa upp á móttøkuni í Vági.

Niðasta barrin er sett við heiðursmerki á stevnum sum Reykjavík International og Bergen Swim Festival, og í sambandi við Oyggjaleikir leyp eg um at nevnda hvørjar greinirnar vóru.

Ikki verðins mest livandi tala, skal eg blankt viðganga … men eg vóni at tað eydnaðist at minna fólk á, at listin er nokk so langur! 😉

2007

  • Gull í 400 og 1500 frí á Reykjavík International, bronsu í 200 frí (link)
  • 5 gullheiðursmerki og 1 úr bronsu á Oyggjaleikum á Rhodos (link)
    (Gull í 200, 400 og 1500 frí, og í 4×50 frí og blandað. Bronsu í 4×100 blandað)
  • Gull í 200, 400 og 1500 frí á NJM í Føroyum (link)

2008

  • Gull í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing á EJM í Beograd (link)
  • Silvur í 1500 frí á World Cup í Stokkhólmi, nr 4 í 400 (link)
  • Fimtapláss í 1500 frí á EM á stuttgeil í Rijeka (link)

2009

  • Gull í 200, 400 og 1500 frí, og 200 rygg á Reykjavík International, bronsu í 200 firvald og blandað (link)
  • Bronsu í 400 frí á Paris Open, nr 4 í 1500 frí (link)
  • 8 gullheiðursmerki, 6 silvur og 2 bronsu á Oyggjaleikum á Álandi (link)
    (Gull í 50, 100, 200, 400 og 1500 frí, sum einasti nakrantíð, gull í 200 bringu og í 50 firvald, gull í 4×50 blandað, silvur í 100, 200 og 400 blandað, silvur í 4×100 frí og blandað, silvur í 50 bringu, og bronsu í 100 bringu og 200 firvald)
  • Gull í 1500 frí á World Cup í Moskva (link), og silvur í Berlin (link)
  • Finalupláss í 400 og 1500 frí á EM á stuttgeil í Istanbul (link)

2010

  • Gull í 800 frí á Suðurafrikansku meistarastevnuni, og bronsu í 1500 frí
  • Nr 5 í 400 frí á Mare Nostrum í Monaco (link)
  • Bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet, nr 5 í 400 frí (link)
  • Silvur í 1500 frí á EM í Budapest (link)
  • Fjórðapláss á Great London Swim 2010, sum er ‘open water’ stevna
  • Met sum ‘besti svimjari nakrantíð’ á testdeplinum hjá Team Danmark
  • Silvur í 400 og 1500 frí á World Cup í Berlin (link)
  • Gull í 400 og 1500 frí á World Cup í Moskva (link)
  • Silvur í 1500 frí og bronsu í 400 frí á World Cup í Stokkhólmi (link)
  • Finalupláss á HM á stuttgeil í Dubai (link)

2011

  • Gull í 200 og 400 frí á Bergen Swim Festival (link)
  • 8 gullheiðursmerki, 4 silvur og 1 bronsu á Oyggjaleikum á Isle of Wight (link)
    (Gull í 100, 200, 400 og 1500 frí, í 200 bringu og 400 blandað, og í 4×50 og 4×100 frí, silvur í 100 og 200 blandað, og í 4×50 og 4×100 blandað, bronsu í 100 bringu)
  • Finalupláss í 800 og 1500 frí á HM í Shanghai, har hann svam seg til 5. og 4. pláss (link)
  • Gull í 1500 frí á World Cup í Stokkhólmi, og bronsa í 400 frí (link)
  • Fjórðapláss í 400 og 1500 frí á EM í Stettin (link)
  • Gull í 800 frí á Duel In the Pool stevnu í Atlanta, við tá 4. skjótastu tíð nakrantíð (link)

2012

  • Luttók í 400 og 1500 frí á OL í London. Varð nummar 10 í 400 frí, tá (link)
  • Nr 10 á EM í 5 km open water svimjing í havaldu í Piombino (link)
  • Fimtapláss í 400 frí á World Cup í Berlin, finalupláss í 1500 eisini (link)
  • Silvur í 1500 frí á World Cup í Tokyo (link)
    – Hann hevði keikt sær fótin í oktober, so tað var OK svomið í november
  • Bronsu í 1500 frí á HM á stuttgeil í Istanbul, nr 6 í 400 (link)

2013

  • Gull í 400 og 1500 frí á Flanders Speedo Cup 2013 (link)
  • Gull í 400 frí, silvur í 200 frí á Bergen Swim Festival 2014 (link)
  • 4. pláss í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona (link)
  • 4. pláss í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet, 7. pláss í 400 frí (link)
  • Finalupláss á HM í Barcelona, har hann svam seg til 7. pláss í 800 og 1500 frí (link)
  • Silvur í 1500 frí á EM á stuttgeil í Herning (link)
  • Silvur í 800 frí á Duel in the Pool stevnu í Glasgow (link)

2014

  • Gull í 1500 frí á Swim Cup Eindhoven 2014 (link)
  • Gull í 400 frí, bronsu í 200 frí á Bergen Swim Festival 2013 (link)
  • Silvur í 400 frí á Mare Nostrum í Monaco (link)
  • Silvur í 1500 frí á Mare Nostrum í Barcelona (link
  • Nr 5 á týsku meistarastevnuni í 5 km havsvimjing
  • Silvur í 800 og 1500 frí á EM í Berlin

Tilsamans

  • 21 ferðir gull á Oyggjaleikum, 10 ferðir silvur og 4 ferðir bronsu
  • Harav 16 ferðir gull sum einstaklingur, 6 ferðir silvur og 3 ferðir bronsu
  • 101 føroysk meistaraheiti tilsamans, umframt 14 silvur og 5 bronsu
  • Donsk meistaraheiti nyttar ikki at telja, tí danir hava ofta latið hann svomið uttanfyri kapping
  • Men hann er so í øllum førum danskur meistari í 1500 metra frísvimjing í 2008 (link)
  • Mest vinnandi mannligi svimjari á EJM í Beograd í 2008
  • 3 silvurmerki tilsamans á EM á langgeil
  • 1 silvurmerki á EM á stuttgeil
  • 1 bronsuheiðursmerki á HM á stuttgeil
  • Fleirfald heiðursmerki á Mare Nostrum og Bergen Swim Festival og líknandi
  • Eitt ótal av føroyskum metum
  • Eigur norðurlendsku metini í 800 og 1500 frí, og í 800 frí á stuttgeil
  • Í verandi løtu 7. sterkastur í heiminum í 800 metra frísvimjing, og nr 4 í 1500 frí
  • 3. sterkasti svimjari í Evropa í 800 frí, og næststerkastur í 1500 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.