Føroyar gjørdust nr 15 av 45 tjóðum

Føroyar komu á heiðursmerkjatalvuna á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin, takka verið silvurmerkini hjá Páli Joensen. Endaliga úrslitið varð, at Føroyar, við tveimum silvurmerkjum, gjørdust nr 15 av 45 luttakandi tjóðum. Stórabretland vann flest heiðursmerkir framman fyri Danmark og Ungarn. Her er endaliga støðan av svimjikappingini.

Støða Land Gull Silvur Bronsa Í alt
1 Stórabretland 9 7 8 24
2 Danmark 6 1 2 9
3 Ungarn 5 4 5 14
4 Italia 5 1 9 15
5 Frakland 4 4 2 10
6 Svøriki 3 6 1 10
7 Spania 3 3 2 8
8 Týskland 2 3 1 6
9 Pólland 2 1 1 4
10 Serbia 2 0 0 2
11 Russland 1 3 2 6
12 Litava 1 1 2 4
13 Hvítarussland 1 0 1 2
14 Niðurlond 0 4 2 6
15 Føroyar 0 2 0 2
16 Eysturríki 0 0 1 1
16 Belgia 0 0 1 1
16 Slovenia 0 0 1 1
16 Ukraina 0 0 1 1
16 Finnland 0 0 1 1

Lond, ið ongi heiðursmerkir vunnu, vóru: Albania, Armenia, Azerbaijan, Bosnia og Herzegovina, Bulgaria, Kroatia, Kypros, Kekkia, Estland, Georgia, Grikkaland, Ísland, Írland, Ísrael, Letland, Lichtenstein, Luksemburg, Makedonia, Moldova, Noreg, Portugal, Rumenia, Slovakia, Sveis og Turkaland.

Ger viðmerking