Erling og Randi vunnu Nólsoyarsvimjingina 2014

Leygardagin 16. august skipaðu nólsoyingar fyri 17. ferð fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyli í Nólsoy. Byrjað varð niðanfyri hjá radioamatørunum við Strond, teir umleið 4000 metrarnar til Nólsoyarbygd, har Heiðursportrið sum vant var endaliga málið. Úrslitið varð at Erling Eidesgaard vann svimjingina við tíðini 1:38.00, og Randi Holm varð skjótasta kvinna við tíðini 1:54.30.



Úrslitalistin

  1. Erling Eidesgaard 1:28.00
  2. Evald Rasmussen 1:30.24
  3. Eyðun Húsgarð 1:31.55
  4. Sofus Foldbo 1:33.06
  5. Erlendur Simonsen 1:42.50
  6. Leivur Michelsen 1:43.20
  7. Jens Bach 1:53.51
  8. Randi Holm 1:54.30

Hartil svam Elin Olsen alternativu rutuna sum var 1000 metrar frá einum báti út fyri bygdini og inn til heiðursportrið. Har varð eingin tíð skrásett.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.