Lauren Boyle 15:22.68 og nýtt heimsmet í 1500 frí

Nýsælendska Lauren Boyle setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Wellington Winter Championships svam teinin uppá 15:22.68. Meira enn 4 sekund skjótari enn metið hjá sponsku Mireia Belmonte, sum var 15:26.95 frá sponsku stuttgeilameistarastevnuni í november í fjør.

(Lauren Boyle í svørtum, bronsu í 400 frí á HM í Barcelona 2013)

Sum vant er heimsmetið ikki góðkent enn, fyrr enn FINA hevur viðgjørt bæði formligu fráboðanina um tað, og fingið váttan uppá at dopingtest er framd ið ikki fann nakað ólógligt.

Og eitt sum kann vísa seg at vera ein trupulleiki, er at hylurin har í Wellington er ov grunnur í tí endanum har svimjararnir byrja. Ein venjarin sendi klagu inn um hylin, og greiðir frá støðuni her á sínari bloggu, at nýsælendingar enntá høvdu fingið boð um ikki at brúka hendan hylin, frá FINA.

Trupulleikin við ov grunnum hyli er fyrst og fremst, at svimjararnir kunnu koma til skaða, tá ið teir kava útí. Tað er nokk rættiliga ivasamt um Boyle hevur fingið nakran fyrimun av hesum grunna hyli, tá ið hon svam heimsmetið; tí vanliga teoriin er í øllum førum at hylurin skal vera so djúpur sum gjørligt, til at geva svimjarunum bestu umstøður.

Á stóru altjóða stevnunum er kappingarhylurin í dag vanliga 3 metra djúpur, sum kappast verður í. Á HM og EM hevur tað seinastu nógvu ferðir verið ein fyribils hylur, sum verður settur upp til endamálið. Um hylurin er grynri, so er tað typiskt tí at talan er um ein eldri hyl, frá tá ið krøvini vóru minni.

Lesið til dømis SwimmingWorld Magazine.

Ger viðmerking