Tryggingarfelagið Føroyar og EIK stuðla langhylinum

Tíðindaskriv frá Grunninum Pálshøll

Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banki hava gjørt stuðulsavtalu við Grunnin Pálshøll um nýggja langhylin í Vági, og verða tískil millum stóru stuðlarnar til langhylin í Vági.

John Henrik Holm frá Grunninum Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, fegnast um avtaluna við Tryggingarfelagið Føroyar og Eik. “Lítið er at ivast í, at langhylurin í Vági verður eitt stórt aktiv fyri bæði Suðuroynna og landið sum heild, og tí er tað gleðiligt, at so týðandi fyritøkur sum Tryggingarfelagið Føroyar og Eik stuðla verkætlanini”, sigur John Henrik Holm.

“Langhylurin í Vági við 50 m. svimjihyli, barnahyli, og vælverudepli er ein sera spennandi verkætlan, sum bæði ítróttarfólk, familjur og einstaklingar uttan iva fara at fáa nógva gleði av, tí hava vit eisini gjørt av at stuðla verkætlanini”, siga Ólavur Jensen og Maria á Dul, marknaðarleiðarar í ávikavist Eik og Tryggingini.

Arbeiðið í langhylinum gongur væl. Sjálvboðin eru liðug við at mála síðubygningin og eru komin væl áleiðis at mála veggirnar í sjálvari svimjihøllini.

Á heimasíðuni www.svimjihollin.com kann fylgjast við byggingini av langhylinum og vælverudeplinum í Vági.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.