Pál nr 5 á týsku meistarastevnuni í open water

Pál Joensen royndi seg í dag á týsku meistarastevnuni í open water svimjing, og varð hann har nummar 5 í 5 km einkultstarti.

Fleirfaldi heimsmeistarin Thomas Lurz vann greitt við tíðini 53.21.61, og aftanfyri hann vóru tað so eisini týsku Rob Muffels og Andreas Waschburger sum vunnu silvur og bronsu, við ávikavist 54:05.94 og 54:24.31.

Søren Meissner varð nummar 4 við tíðini 54:35.06, og síðani var tað Pál í tíðini 54 minuttir, 44 sekund og 66 hundraðpartar.

Hendan kappingin í dag var ein roynd til at vita um hetta er nakað sum Pál skal royna seg í eisini á EM í Berlin í august mánaða. Beint nú vita vit tó ikki, hvør avgerðin varð har.

Úrslitalistin sæst her: http://dmfreiwasser2014.de/images/dokumente/protokoll/Pr_WK_2.pdf

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.