Magnus 26.30 og danskur meistari í 50 rygg

Magnus Jákupsson bleiv í kvøld danskur meistari í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á langgeil í Odense svam teinin uppá 26.30 sekund.

Hann slerdi í kantin við júst somu tíð sum liðfelagin Andreas Schiellerup, og eru teir báðir sostatt báðir danskir meistarar í hesi grein.



Heldur sjáldsamt, so hendi júst tað sama á donsku meistarstevnuni á stuttgeil í vetur, at teir báðir Magnus og Andreas svumu somu tíð. Og tí eru teir báðir nú bæði danskir meistarar á stuttgeil og langgeil.

Magnus vann eisini silvur í 4×100 metra frísvimjing í gjár, tá ið hann sum fyrsti svimjari hjá Sigma svam 100 metra frísvimjing á langgeil uppá 51.90 sekund.

Komandi dagarnar skal Magnus royna seg eisini í 50 metra firvaldasvimjing og 100 metra ryggsvimjing, umframt í liðsvimjing.

Ger viðmerking