Magnus í 50 rygg finalu á British Gas International Meet 2014

Magnus Jákupsson svam seg nú fríggjakvøldið í eina finalu afturat á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing svam fimtskjótastu tíð 26.39.

Har er ikki so langt upp til hin skjótasta Chris Walker-Hebborn sum svam 25.77, og slettis ikki til næstskjótasta Liam Tancock sum svam 26.23, ella Charlie Boldison sum svam 26.24.

Men, tað verður nokk allíkavæl torført at vinna heiðursmerki, tí vit snakka um veruligan heimsklassa, har Liam Tancock er heimsmeistari í hesi grein frá 2009 og 2011.

Persónliga metið hjá Magnusi er 25.63 í hesi grein, sum hann svam á DM á langgeil í 2013. Chris Walker-Hebborn hevur svomið 25.09, og Liam Tancock 24.04, sum er heimsmetið frá HM í Rom í 2009.

Finalan er í morgin árini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.