Magnus 23.28 og bronsu í Manchester

Magnus Jákupsson megnaði fyri løtu síðani at vinna bronsu á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í 50 metra frísvimjing finaluni svam teinin uppá 23.28 sekund.



Hetta var stór betring av hansara persónliga meti á 23.48 sekund, frá donsku meistarastevnuni á langgeil í 2012, sum enn stendur sum føroyskt met.

Og tað er enntá ikki so langt frá føroyska metinum á stuttgeil, sum er 23.19 sekund frá tá ið Pál Joensen vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Bretski Benjamin Proud vann gull við tíðini 22.14 sekund, og eisini bretski Andrew Weatheritt silvur við tíðini 22.74 sekund.

Frísvimjing er ikki fremsta sergrein hjá Magnusi, so nú verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast til dømis í 50 metra ryggsvimjing, komandi dagarnar.

Startlistar og úrslit frá British Gas International Meet síggjast her:
http://www.swimmingresults.org.uk/swimming/results/2014/bgim14/

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.