Magnus 23.64 og í finalu á British Gas International Meet

Magnus Jákupsson svam seg í kvøld víðari til finalu á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 23.64 sekund.

(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)

Hetta var triðskjótasta tíð í innleiðandi riðlunum, og heilt nær hansara persónliga meti á 23.48 sekund, sum hann svam á donsku meistarastevnuni á langgeil í 2012.

Bretsku Benjamin Proud og Andrew Weatheritt svumu teinin nú uppá ávikavist 22.31 og 22.47 sekund, og aftanfyri Magnus var so bretski Jack Smith fjórskjótastur við tíðini 23.68 sekund.

Finalan verður svomin í morgin árini, umleið klokkan 10 føroyska tíð.

Ger viðmerking