Føroysk úrslit fyrsta dag á Mare Nostrum 2014 í Barcelona

UPDATE: Óli Mortensen setti eisini føroyskt met og juniormet í 200 metra firvald. Tað úrslitið manglaði her í frágreiðingini, av tí at eg leitaði út í frá startlistanum, har Óli ikki stóð á.

Nú eru innleiðandi riðlarnir avgreiddir á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og tey á EJM-landsliðnum kláraðu seg bara heilt ókey. Óli Mortensen kom við tíðini 4:01.71 í 400 frí heilt nær sínum juniormeti frá stevnuni í Canet, sum eisini gav honum eina plasering í betru helvtini á úrslitalistanum.


  • 50 bringa kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 36.21 (#37 av 39)
  • 50 firvald menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 26.28 (#46 av 62)
  • 100 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 55.11 (#110 av 123)
  • 50 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 28.71 (#81 av 85)
  • 200 bringa kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 2:58.37 (#33 av 33)
  • 200 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 2:12:06 (#68 av 75)
  • 200 frí kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 2:20.36 (#75 av 75)
  • 400 frí menn: Óli Mortensen (1996) 4:01.71 (#21 av 46)
  • 400 frí menn: Alvi Hjelm (1996) 4:07.38 (#29 av 46)
  • 400 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 4:18.74 (#43 av 46)
  • 200 firvald menn: Óli Mortensen (1996) 2:11.04 (#27 av 31)

Pál Joensen svam ikki í dag, men verður at síggja í finaluni í 1500 metra frísvimjing í morgin.

Úrslitalistarnir síggjast her á natacio.cat

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.