Startlistin klárur til Mare Nostrum stevnuna í Barcelona

Nú finst ein startlisti her á natacio.cat, sum millum annað fortelur okkum at Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 metra frísvimjing.

Hann skal millum annað kappast ímóti kanadiska Devon Myles Brown, franska Damien Joly og spanska Marc Sanchez Torrens, sum vóru skjótari enn Pál í 800 frí í í gjár, tá ið hesir vunnu ávíkavist gull, silvur og bronsu á Mare Nostrum stevnuni í Canet.

Men hesuferð hevur Pál valt 400 meturin frá, ið so kanska gevur eyka orku til 1500 meturin. Hinir tríggir luttaka allir í bæði 400 og 1500.

Tilfar um stevnuna í Barcelona sæst her á natacio.cat. Katalanska Esport3 fer at sjónvarpa frá finalunum.

Leygardag 14. juni – innleiðandi frá kl 8:30 Barcelona tíð

  • 50 bringa kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 33.90 (#33 av 38)
  • 50 firvald menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 25.44 (#47 av 69)
  • 100 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 52.20 (#102 av 140)
  • 50 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 28.03 (#73 av 84)
  • 200 bringa kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 2:38.50 (#30 av 32)
  • 200 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 2:09.63 (#76 av 82)
  • 200 frí kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 2:10.12 (#78 av 82)
  • 400 frí menn: Óli Mortensen (1996) 3:56.38 (#23 av 50)
  • 400 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 4:00.78 (#29 av 50)
  • 400 frí menn: Alvi Hjelm (1996) 4:05.26 (#40 av 50)

Sunnudag 15. juni – innleiðandi frá kl 8:30 Barcelona tíð

  • 1500 frí menn: Pál Joensen (1990) 14:57.76 (#1 av 24)
  • 1500 frí menn: Óli Mortensen (1996) 15:34.77 (#10 av 24)
  • 1500 frí menn: Alvi Hjelm (1996) 16:13.32 (#21 av 24)
  • 100 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 58.59 (#75 av 87)
  • 100 bringa kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 1:14.50 (#35 av 35)
  • 50 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 24.00 (#80 av 113)
  • 200 frí menn: Óli Mortensen (1996) 1:52.96 (#56 av 96)
  • 200 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 1:53.34 (#59 av 96)
  • 200 frí menn: Alvi Hjelm (1996) 1:55.36 (#79 av 96)
  • 400 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 4:25.27 (#32 av 39)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.