Pál í 400 frí finalu í Canet

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrums stevnuni í Canet, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam 3:54.04 og bestu tíð av teimum 24 sum luttóku í innleiðandi riðlunum.

Hann var annars styrkismettur sum nummar 9 sambært tilmeldingartíðunum, sum akkurát ikki hevði verið nokk til finalupláss.

Danski Mads Glæsner varð sambært tilmeldingartíðunum hin 6. skjótasti; men svam í morgun 10. bestu tíð, sum merkir at hann ikki slapp í finaluna.

Magnus Jákupsson svam seg við 12. bestu tíð í 50 rygg vælsagtans eisini í finalu seinnapartin. Tey brúka skipanina við A- og B- finalum í Canet, so tað er væl ein B-finala til Magnus her.

Franska Sport+ sjónvarpar frá finalunum í Canet, seinnapartin.

Úrslitalistin frá innleiðandi 400 frí í morgun sæst her.

Føroysku úrslitini í morgun

  • Magnus Jákupsson 26.25 (#12 av 53) í 50 rygg
  • Victoria Wigant Eysturdal 28.84 (#82 av 87) í 50 frí
  • Eyðbjørn Joensen 25.52 (#106) í 50 frí
  • Pál Joensen 3:54.04 (#1) í 400 frí
  • Magnus Jákupsson 2:15.05 (#31) í 200 rygg
  • Ásbjørg Hjelm 1:20.14 (#39) í 100 bringu
  • Óli Mortensen 4:46.29 (#22) í 400 blandað
  • Victoria Wigant Eysturdal 2:13.67 (#52) í 200 frí
  • Ásbjørg Hjelm 2:21.95 (#54) í 200 frí
  • Frans Johannesen 1:53.98 (#37) Í 200 frí
  • Alvi Hjelm 1:57.80 (#67) í 200 frí
  • Eyðbjørn Joensen 1:59.56 (#84) í 200 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.