Magnus 25.08 og silvur í 50 rygg á BSF 2014

Magnus Jákup svam seg í dag til silvur í 50 metra ryggsvimjing á Bergen Swim Festival 2014, í hørðum dysti við estiska Ralf Tribuntsov.



Finalan varð skipað eftir sokallaðum ‘challenge’ leisti, við trimum umførum har spakuligastu 2 vórðu tiknir frá aftaná umfar, til einans 3 svumu um heiðursmerkini í triðja umfari.

Magnus vann fyrsta umfar við tíðini 25.86 frammanfyri Tribuntsov á 26.08, og svenska Alexander Nyström á triðjaplássi við tíðini 26.56 sekund.

Tribuntsov svaraði so aftur við at svimja 25.44 í næsta umfari, har Magnus svam 25.50 og Nyström aftur triðskjótast 25.73. Sum tit síggja eitt væl skjótari umfar enn hitt fyrsta.

Og í triðja umfari knallaði Tribuntsov so til víð tíðini 24.58 sekund, frammanfyri fyri Magnus á 25.08 og Nyström á 25.72 sekund.

Sostatt silvur til Magnus, í slítandi dysti við hendan estan sum sostatt vann allir tríggjar kappingar í ryggsvimjing, á 50, 100 og 200 metra teinunum.

Ger viðmerking