Pál og Frans víðari til finalu í 200 frí á BSF 2014

Pál Joensen og Frans Johannesen kvalifiseraðu seg báðir til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið innleiðandi riðlarnir í 200 metra frísvimjing vóru nú seinnapartin. Pál hevði triðbestu tíð 1:50.36 og Frans 6. bestu 1:51.86, meðan skjótasti var danski (og í løtuni forkølaði) Daniel Skaaning á 1:49.29. Kappingin í 200 frí var sum heild dominerað av føroyingum og dønum, nú eisini donsku Daniel Steen Andersen og Anton Ørskov Ipsen vóru millum teir 7 sum kvalifiseraðu seg til finaluna í morgin.

2 thoughts on “Pál og Frans víðari til finalu í 200 frí á BSF 2014”

Ger viðmerking