Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014

Árliga Bergen Swim Festival byrjar í morgin, við luttøku av altjóða stjørnum sum til dømis suðurafrikanska Cameron van der Burgh, ungarsku Daniel Gyurta og Katinka Hosszu, og føroyinginum Pál Joensen. Danir hava ein rættiliga stóran hóp eisini, av landsliðssvimjarum og úr sonevnda ‘Great Danes’ hópinum, har eisini Frans Johannesen og Magnus Jákupsson teljast ímillum.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Startlistarnir síggjast her á medley.no, har vit síggja at Pál fer at royna seg í 100 bringu, umframt 200 og 400 frí. Frans fer at royna seg í 50, 100, 200 og 400 frí, umframt 100 og 200 blandað. Og Magnus fer at royna seg í 50 frí, 50, 100 og 200 rygg.

Styrkismetingin hjá teimum er hendan:

  • Kap 2 – 50 frí – Magnus nr 9, Frans nr 16
  • Kap 4 – 100 bringu – Pál nr 8
  • Kap 8 – 100 rygg – Magnus nr 2
  • Kap 10 – 200 frí – Frans nr 5, Pál nr 7
  • Kap 12 – 400 frí – Frans nr 1, Pál nr 3
  • Kap 14 – 200 rygg – Magnus nr 1
  • Kap 16 – 100 blandað – Frans nr 9
  • Kap 22 – 100 frí – Frans nr 8
  • Kap 26 – 50 rygg – Magnus nr 3
  • Kap 30 – 200 blandað – Frans nr 3

Altso rættiliga góðir kjansir fyri heiðursmerki, hesar næstu dagarnar.

Stevnan hevur livetiming her á medley.no

Ger viðmerking