Úrslit frá FM 2014

Viðfestur er úrslitalistin frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2014, umframt dátufílur til hagtalsbrúk.



Endaliga støðan í heiðursmerkjastríðnum varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest gullmerki bæði í juniorbólkinum og í opna bólkinum, Ægir næstflest og síðani Havnar Svimjifelag triðfest í juniorbólkinum og FLOT triðflest í opna bólkinum.

Heiðursmerkjabýti JM 2014

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 17 13 5
Ægir 12 8 7
HS 9 12 15
Reysti 1 5 5
FLOT 0 2 4

Heiðursmerkjabýti FM 2014

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 19 12 12
Ægir 14 14 9
FLOT 5 0 2
HS 4 16 15
Reysti 0 0 4

Ásbjørg Hjelm setti føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, umframt juniormet í 100 metra bringusvimjing. Emma Festirstein Nystrøm setti føroyskt met í 200 metra bringusvimjing. Og SuSvim menn settu føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing.

Juniormet á JM/FM 2014

Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 33.90 í 50 metra bringusvimjing
– Eva Trygvadóttir (1996), Ægir átti juniormetið á 34.19 frá FM/JM 2011

Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 1:14.52 í 100 metra bringusvimjing
– Turið S. Christiansen (1996), Ægir átti juniormetið á 1:14.70 frá HS-stevnu í apríl 2011

Føroysk met á JM/FM 2014

Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 33.90 í 50 metra bringusvimjing
– Eva Trygvadóttir (1996), Ægir átti juniormetið á 34.19 frá FM/JM 2011

Emma Festirstein Nystrøm (1996), HS 2:36.12 í 200 metra bringusvimjing
– Turið S. Christiansen (1996), Ægir átti føroyska metið á 2:37.64 frá Ægir-stevnu í november 2011

SuSvim menn (1989) 1:34.96 í 4×50 metra frísvimjing
– Høgni Simonsen 23.62, Dánjal Martin Hofgaard 23.94, Eyðbjørn Joensen 23.65, Róland Toftum 23.75
SuSvim átti føroyska metið á 1:35.06 frá FM/JM 2013
– Róland Toftum 24.72, Høgni Simonsen 23.86, Eyðbjørn Joensen 23.43, Pál Joensen 23.05

Pál meira enn 100 gullmerki á Føroyameistarastevnu

Pál Joensen skrivaði søgu við at fara upp um 100 føroyameistaraheiti tilsamans, fyrst íroknað liðsvimjingar og síðani sum einstaklingur, soleiðis at hann nú tilsamans hevur vunnið 101 gullheiðursmerki sum einstaklingur, 14 silvur og 5 úr bronsu, umframt 4 gull, 11 silvur og 6 bronsur sum partur av liðsvimjing. Ella í alt 105 gullmerki, 25 silvur og 11 bronsur.

Pál tangeraði eisini sítt met í flest gullheiðursmerki vunnið á somu Føroyameistarastevnu, við nú at vinna 15 gull og 1 silvur. Telja vit øll heiðursmerki við, so var avrik hansara á FM 2008 tó enn meira dominerandi, 15 gull, 1 silvur og 3 bronsur.

One thought on “Úrslit frá FM 2014”

  1. Hatta gekk for skjótt, so raðfylgjan av feløgum var skeiv í yvirlitinum yvir heiðursmerki á FM. Rættað nú.

Ger viðmerking