Pál nærkast FM gull nr 100

Í fjør megnaði Pál Joensen, sum fyrsti føroyingur, at koma upp um 100 FM heiðursmerki. Í ár hevur Pál møguleika fyri at taka gull nr 100, íroknað liðkappingar og sum einstaklingur. Heiðursmerkjahálið hjá Páli undan kappingunum í dag er 90 gull, 24 silvur og 11 bronsur, harav hann eigur 88 gull, 13 silvur og 5 bronsur sum einstaklingur. Gongur tað eftir vild hjá honum og suðringum, so kann hann vinna gull nr 100 leygarkvøldið og nr 100 sum einstaklingur sunnudagin.

Pál Joensen

Á talvuni sæst eitt ófullfíggjað yvirlit yvir FM gull-, silvur- og bronsuvinnarar (einstaklingar). Úrslit frá fylgjandi FM kappingum eru ikki at finna í SSF-arkivinum: 2003, 2001, 2000, 1999, 1998, 1996, 1995, 1994, 1993, 1989, 1988, 1987, 1986, 1983, 1980, 1979. Umframt hesar eru kappingarnar áðrenn 1991 ikki við í uppteljingini – enn. Úrslit frá kappingunum omanfyri kunna sendast til SSF ella svimjing.com.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.