Magnus vann “War Between Great Danes 2014”

Magnus Jákupsson vann í kvøld stevnuna “War between Great Danes”, sum svimjifelagið Sigma skipaði fyri í sambandi við stuðulssvimjing í Birkerød.



Talan var um eina óoffisiella, ørvísi og rættiliga áskoðaravinarliga stevnu, har 6 av sonevndu “Great Danes” skuldu kappast ímóti hvørjum øðrum í sokallaðari “challenge” kapping.

“Great Danes” eru einir 12 ungir harrasvimjarar, sum danska svimjisambandið hevur valt út sum serlig talent, at styrkja við uttanlanda kapping, venjingarlegum, testum og tílíkum.

Svimjast skuldi fimm ferðir 50 metrar, har spakuligasti svimjari reyk úr kappingini aftaná hvørt umfar, inntil bara tveir vóru eftir.

3 minuttir vóru millum hvørt umfar, og lutakast so beint áðrenn um hvør svimjigreinin skuldi verða – firvald, rygg, bringu ella frísvimjing.

Svimjarar hava jú hvør sínar sergreinar, og harvið slapp eydnan eisini upp í part.

Og støðan gjørdist so at Magnus Jákupsson úr Havn vann kappingina, og tær 3000 krónurnar sum vóru høvuðsvinningurin.

Dystargongdin var hendan:

  • Riðil 1: Firvald – Anton Ørskov Ipsen reyk út (HM-kvalifiseraður og kappingarneyti hjá Páli Joensen í 1500 frí)
  • Riðil 2: Frí – Claus Iversen reyk út (fimm-dupultur masters-heimsmeistari í 2013)
  • Riðil 3: Bringa – Andreas Schiellerup reyk út (í hálvfinalu á EM í Herning, svimur í USA)
  • Riðil 4: Bringa – Daniel Steen Andersen reyk út (evropeiskur juniormeistari í 100 firvald í 2013)
  • Riðil 5: Rygg – Daniel Skaaning reyk út (OL-luttakari í 2012, silvur á EJM í 2011)

Magnus sigur at formurin følist uppgangandi, so vónirnar eru ok til komandi kappingar restina av kappingarárinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.