Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014

Viðfestir eru úrslitalistar og hagtalsfílur frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, Flaggdagin 25. og 26. apríl 2014.

Suðuroyar Svimjifelag vann nógv flest heiðursmerki; eini 57 gullmerki, 30 silvur og 18 úr bronsu. Reysti vann næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest, sí talvuna niðanfyri.

Sára R. Nysted (SuSvim) vann flest heiðursmerki yvirhøvur – eini 13 úr gulli og 3 úr silvuri – meðan Róland Toftum (SuSvim) við sínum 12 úr gulli, 2 úr silvuri og 1 bronsu vann mest á harrasíðuni.

Størsta bragdið var vælsagtans tá ið Sára í kvøld svam seg undir minuttin í 100 metra frísvimjing, við tíðini 59.99, sum allarhelst yngsti føroyski svimjarin nakrantíð. Tað er hon (árgang 2001) ella Guðrun Mortensen (1997), har Guðrun svam seg undir minuttin við júst somu tíð í september 2010).

Um vit hyggja at avrikunum í mun til FINA stigatalvuna, so var Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag greiður toppskorari, meðan Sára R. Nysted figurerar 6 ferðir í topp-12. Gevið tó gætur her, at FINA-talvan sammetur við bestu (fullvaksnu) svimjarar í heimininum, og at tað tí sjálvsagt eru tey serliga tey mest fullvaksnu her á MU sum skora nógv FINA stig.

Bestu avrik í FINA stigum

  1. Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS – 4:08.60 í 400 frí (622 FINA stig)
  2. Sára R. Nysted (2001), SuSvim – 9:25.14 í 800 frí (616 FINA stig)
  3. Sára R. Nysted (2001), SuSvim – 59.99 í 100 frí (614 FINA stig)
  4. Signhild Joensen (2000), Ægir – 2:21.31 í 200 rygg (612 FINA stig)
  5. Vár E. Eidesgaard (2001), HS – 9:26.63 í 800 frí (611 FINA stig)
  6. Sára R. Nysted (2001), SuSvim – 4:38.50 í 400 frí (599 FINA stig)
  7. Sára R. Nysted (2001), SuSvim – 2:11.99 í 200 frí (597 FINA stig)
  8. Barbara Debes (2000), FLOT – 27.70 í 50 frí (591 FINA stig)
  9. Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS – 1:58.42 í 200 frí (590 FINA stig)
  10. Sára R. Nysted (2001), SuSvim – 1:09.02 í 100 blandað (585 FINA stig)
  11. Signhild Joensen (2000), Ægir – 4:41.06 í 400 frí (583 FINA stig)
  12. Sára R. Nysted (2001), SuSvim – 27.83 í 50 frí (583 FINA stig)

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 57 30 18
Reysti 22 29 26
HS 15 20 16
Ægir 2 4 6
FLOT 1 3 6
FS 1 2
Tilsamans 97 87 74

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

Svimjari/lið (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Sára R. Nysted (2001), SuSvim 13 3
Róland Toftum (1998), SuSvim 12 2 1
Lea Midjord (2002), SuSvim 10 1 1
Rói Bech (2001), SuSvim 10
Rebekka Trygvadóttir (2004), Reysti 7
Jónas Hansen (2002), Reysti 5 3 2
Brynhild Johannessen (2002), SuSvim 5 3
Rókur Trygvason (2000), Reysti 4 5 1
Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS 4 1
Reysti Superteam (2000), Reysti 3 2
Johan N. Dam (2002), HS 3 1 2
Gentur B2 Susvim (2002), SuSvim 3
Hs1 (1998), HS 3
Elin Christiansen (2004), SuSvim 2 7
Signhild Joensen (2000), Ægir 2 3 1
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS 2 2 2
Hs1 (2000), HS 2 1
Gentur B3 Susvim (2004), SuSvim 2
Reysti Team Boys (2002), Reysti 2
Petur Pauli Á Høvdanum (2000), Reysti 1 4 2
Barbara Debes (2000), FLOT 1 3 4
Hs2 (2001), HS 1 2
Hugin Næs Lave (2001), SuSvim 6 3
Birni Sigvardsen (1999), HS 5 2
Alisa Vestergård (2003), SuSvim 4 3
Jana Thomsen (2000), Reysti 3 2
Reysti Diddurnar (2002), Reysti 3
Súsanna T Justinussen (2002), Reysti 2 5
Óli Poulsen (1999), Reysti 2 4
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 2 3
Johan Hofgaard (1998), HS 2 2
Niels Nattestad (1998), HS 2 2
Magnus Kristiansen (2002), Reysti 2
Malan Jóhansdóttir (2004), Reysti 1 5
Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir 1 2
Aimi Á Lakjuni (2002), Reysti 1 1
Fs The Boyz (2003), FS 1 1
Hanna Lervig (2000), Reysti 1 1
Súsanna Mortensen (2004), SuSvim 1 1
Bartal Debess (2002), SuSvim 1
Dreingir B2 Susvim (2001), SuSvim 1
Dreingir B3 Susvim 1 (2002), SuSvim 1
Eyðrið Mortensen (2003), HS 1
Hs4 (2004), HS 1
Ægir (2000), Ægir 3
Rani Jacobsen (2001), SuSvim 3
Maria Bjarnastein Antoft (2000), HS 2
Naina Mortensen (2004), SuSvim 2
Bergur Poulsen (2003), Reysti 1
Bjarti Højbro (2003), FS 1
Denis Voropaev (2000), Reysti 1
Dreingir B3 Susvim 2 (2002), SuSvim 1
Flot2 (2000), FLOT 1
Jógvan Petersen (2000), FLOT 1
Karin S. Midjord (2001), HS 1
Laura Winther (2004), SuSvim 1
Petra A. Nielsen (2003), SuSvim 1
Rúni Dahl (2004), SuSvim 1
Torkil Poulsen (1999), Reysti 1
Tilsamans 97 87 74

2 thoughts on “Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014”

Ger viðmerking