Michael Phelps ger comeback

Mest vinnandi OL-luttakarin nakrantíð er klárur at kappast aftur, aftaná ein steðg uppá hálvannað ár.

(Image courtesy of JD Lasica, CC BY-NC 2.0)

Amerikanska svimjisambandið USA Swimming kunngjørdi í dag, at Michael Phelps fer at luttaka aftur sum kappsvimjari, á Arena Grand Prix stevnuni í Arizona hin 24. – 26. apríl.

Phelps var annars offisielt givin sum svimjari aftaná OL í London í 2012, men kom aftur á dopingskrá hjá U.S. Anti-Doping í november 2013, og er nú klárur at royna seg í kapping.

Bob Bowman, venjari hjá Michael Phelps, segði í dag við Yahoo! Sports, at Phelps fer at luttaka í 100 metra firvaldasvimjing, umframt 50 og 100 metra frísvimjing. Og at teir ikki vænta nøkur serlig úrslit á hesi stevnu.

“Hann er klárur at kappast”, segði Bowman. “Vit fáa at síggja hvussu tað gongur. Hvørgin okkara væntar nakað serligt, men eg haldi at hann gleðir seg til at kappast aftur”.

Amerikansku miðlarnir elska søguna

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.