Pál 15:19.20 og gull í 1500 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Pál Joensen megnaði fyri løtu síðani at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, við tíðini 15:19.20 frammanfyri niðurlendska Maarten Brzoskowski á 15:26.21 og eysturríkska David Brandl á 15:36.81. Norski unglingurin Henrik Christiansen varð nr 4 við tíðini 15:39.04, har hann setti nýtt norskt met á 8:01.50 í 800 frí, og síðani tók tað róligt fyri rest. Sí úrslitalistan her.

(Pál á EM í Herning 2013. Svoem.dk eigur myndina)

Um vit hyggja at millumtíðunum, so var tað hesin Henrik sum reyk avstað, og kanska stressaði Pál eina løtu við at liggja og pressa Pál fyrstu nógvu hundrað metrarnar, til at liggja frammanfyri við 750 og 800 metrum, og síðani taka fótin av speedaranum. Nú vita vit ikki um Pál visti av tí, at Henrik fór at svimja so, men tað var so bara Pál sum svaraði aftur uppá ferðina hjá Henriki, og Pál tók tað so eisini meira róligt tá ið Henrik fór frá at splitta lágt í 30-unum, til at við 850 at splitta 37.

Hinir í riðlunum vóru væl og virðiliga útspældir eftir handan fyrsta, langa spurtin, men Brzoskowski hevði ein góðan stima eftir 800, og hálaði tí nakað inn á Pál, við nakrar hundrað metrar at hava millumtíðir beint undir 31 per 50 metur, har Pál tá lá eitt vet yvir 31. Men kappingin varð altso longu tá avgreidd, soleiðis at Pál kundi svimja trygt heim til gullið.

Swimming World kallaði tað fyri eitt ‘cruise’

Faroe Islands’ Pal Joensen cruised to victory in the men’s 1500-meter freestyle this evening with a 15:19.20, while Maarten Brzoskowski placed a distant second in 15:26.21. David Brandl rounded out the top three in 15:36.81.

Í morgin skulu teir so royna seg í 400 metra frísvimjing, har tað verður verri hjá Páli at vinna sær heiðursmerki.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.