Gabriele Detti 7:42.74 og nýtt evropamet í 800 frí

Italski Gabriele Detti megnaði í gjár at svimja 7:42.74 og nýtt italskt og evropeiskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, á italsku EM-úttøkustevnuni í Riccioni. Eisini italski Federico Colbertaldo átti metið á 7:43.84, frá superdrakts-tíðini á HM í Rom í 2009. Í dag svam italska Martina Rita Caramignoli bestu tíð í heiminum í ár í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon vann kappingina við 16:11.70, sum tó er væl spakuligari enn evropametið hjá Lotte Friis á 15:38.88. Nú verður væntað at Gregorio Paltrinieri fríggjadagin fer eftir evropametinum í 1500 metra frísvimjing, eftir at hann herfyri megnaði at svimja 5 km uppá 50:56. Russiski Yury Prilukov eigur evropametið á á 14:43.21 frá OL í Beijing í 2008. Sí úrslit á dbresult.it

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.