Aalborg og Pál vunnu DMH 2014

Danir avgreiddu sum nevnt ‘Danske HoldMesterskaber’ hetta vikuskiftið, og gjørdist úrslitið har í bestu deildini at tey úr Aalborg vunnu, har Pál var ein av svimjarunum. Pál og teir megnaðu at vinna 4×200 frí, har Pál sum fyrsti svimjari svam 1:50.28. Esbjerg-svimjarin Frans Johannesen var næstskjótastur í 400 blandað við tíðini 4:20.75, og Pál triðskjótastur við 4:26.59. Magnus Jákupsson var fyri Sigma triðskjótastur í 200 rygg við tíðini 2:02.44. Astrið Foldarskarð var fyri VAT 9. skjótast í 50 frí við tíðini 26.85. Pál var triðskjótastur í 1500 frí við tíðini 15:23.36. Og Magnus og teir úr Sigma vóru triðskjótastir í 4×100 frí, har Magnus sum fyrsti svimjari svam 50.56.

(Pál á DMH 2014, Jákup Jacobsen eigur myndina)

Talan var sum nevnt um eina liðkapping, har tað kann hugsast at svimjarar til tíðir svumu taktiskt, tí at tað allíkavæl ikki gjørdi mun, ella tí at teir skuldu spara seg til aðrar greinar við betri møguleikum fyri góðum stigum.

Samlaða støðan gjørdist hendan:

  • Aalborg: 53.684
  • Sigma Swim: 51.520
  • Lyngby: 50.801
  • Kvik Kastrup: 50.044
  • Esbjerg: 46.119
  • VAT CPH: 45.592
  • AGF: 44.858
  • Køge: 42.872
  • Silkeborg: 42.378

AGF, Køge og Silkeborg rykkja niður í 1. deild, og Triton Ballerup, Gladsaxe og Swim Team Midtjylland koma í staðin upp í ‘Svømmeligaen’

One thought on “Aalborg og Pál vunnu DMH 2014”

  1. Hetta er uttan samanlíkningn besta stevna ið er í DK.
    Og tað verður ikki spart uppá nakað. Betur tíðin er, fleiri FINA stig fær ein. Eingin veit áðrenn hvønn stevnupart hvør ið mótstøðan verður í teimun ymisku kappingunum, og tí ber als ikki til at spara uppá nakað. Tí teir ymisku profilarnar kunnu skjótt við einari fantom tíð, broyta uppá støðuna. 4 ferðir 900+ stig í mun til 4 ferðir 650 stig kann gerast munurin á gull og silvur.

Ger viðmerking