Føroyingar gera mun á DMH 2014

Árliga danska meistarastevnan fyri lið er hetta vikuskiftið, har svimjifeløg kappast í minst 5 deildum um at verða besta lið í landinum, og flyta upp og niður millum deildir. Besta deildin eitur ‘Svømmeligaen’, har Aalborg nú er á odda eftir fyrsta dag, við styrk frá eisini Páli Joensen. Pál svam 3. bestu tíð í 400 frí í dag, 3:52.96 aftanfyri Anton Ørskov Ipsen á 3:47.98 og Frans Johannesen á 3:51.70. Magnus Jákupsson vann so syngjandi kappingina í 50 rygg, við tíðini 24.76 frammanfyri næstskjótasta Nikolaj Kirketerp-Møller á 26.18.

(Magnus á DMH 2014, Jákup Jacobsen eigur myndina)

Magnus vann eisini 100 rygg rættiliga greitt, 53.57 frammanfyri Anders Jensen á 54.69, og varð hartil nr 3 í 100 blandað við tíðini 54.85. Liðið hjá Frans vóru triðskjótastur í 4×100 blandað, og hartil varð Frans við tíðini 1:47.66 triðskjótastur í 200 frí, har Pál varð sættskótastur við 1:51.10. Astrið Foldarskarð megnaði í 50 firvald at verða 7. skjótast við tíðini 28.33.

Pál svimur fyri Aalborg, Frans fyri Esbjerg, Magnus fyri Sigma og Astrið fyri VAT. Støðan nú aftaná fyrsta dag er sum listað niðanfyri. Sí øll úrslit her.

  1. Aalborg, 27447
  2. Sigma Swim 1, 26611
  3. Lyngby, 25939
  4. Kvik Kastrup, 25528
  5. VAT Copenhagen, 23673
  6. Esbjerg 1, 23540
  7. AGF, 23380
  8. Køge, 22165
  9. Silkeborg, 21900

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.