Alvi og Óli juniormet í 400 frí, Pál víðari í finalu

Teir báðir Alvi Hjelm úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaðu í morgun báðir at seta nýggj føroysk juniormet í somu kapping, tá ið fyrst Alvi svam innleiðandi 400 metra frísvimjing uppá 4:05.26, og Óli Mortensen síðani nakrar riðlar seinni sama tein uppá 4:02.25. Hetta á Danish Open 2014, sum verður avgreidd í Bellahøj í hesum døgum. Tað var annars Óli sum átti føroyska juniormetið á 4:06.44, frá Reykjavík International 2013.

(Ein eitt sindur gomul mynd av teimum báðum Óla og Alva)

Pál Joensen megnaði at svimja seg í finalu við bestu innleiðandi tíð av øllum, 3:55.83 har svenski Adam Paulsson varð nr 2 við 3:56.64, polski Marcin Kaczmarski nr 3 við 3:57.80 og Mads Glæsner nr 4 við 3:57.83. Frans Johannesen endaði á pappírinum beint uttanfyri finaluna, við 3:59.19 og 9. plássi, men sleppur vist nokk í finaluna allíkavæl, av tí at danir hava eina áseting um at einans tveir útlendingar sleppa í finaluna (har Pál er annar). Óli varð nr 11 og Alvi nr 14, og Eyðbjørn Joensen nr 33 við 4:14.27. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.