Magnus 59.04 og triðskjótastur í innleiðandi 100 rygg á MOM Marseille 2014

Teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royna seg aftur í morgun á MOM Marseille 2014 stevnuni í Fraklandi, har besta úrslit í morgun vælsagtans var tá ið Magnus í innleiðandi rygg svam seg í A-finaluna við triðbestu tíð 59.04. Hann megnaði eisini við tíðini 25.42 at svimja seg í B-finalu í 50 firvald, men sæst ikki á úrslitalistanum fyri B-finaluna; so hann man hava meldað frá har til frama fyri finaluna í 100 rygg nú seinni í dag.

Frans Johannesen svam seg við tíðin 52.72 til eitt 18. pláss í 100 frí, sum ikki rakk til finalu. Og so svam hann 1500 frí uppá 16:17.48, sum rakk til eitt 5. pláss millum teir sum svumu í spakuligari riðlunum í morgun, og vælsagtans eitt 13. pláss samanlagt tá ið finalan er avgreidd nú um eina løtu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.